|
Rennibreyt á Hálsi
Skipanarætlan
fyri rennibreyt á Hálsi
Lýsing av málinum, samandráttur.
Býarskipanardeildin hevur, vísandi til mentamálanevndarsamtyktina
dagfest 24. juni 2003, og samtyktina í byggi-og býarskipannevndini
j. nr. 9902090-1, gjørt skipanarætlan fyri
økið á Hálsi har ein rennibreyt
er staðsett.
Býarskipanardeildin hevur latið ráðgevaravirkið
Verkfrøngarstovan gera eina leiðbeinandi kostnaðarmeting
uppá hvat undirlendisarbeiðið kemur at kosta
um so er at breytin verður staðsett eftir hesum
leisti.
Uppskotið skipar økið við einari rennibreyt
við 8 geirum og einum fótbóltsvølli
inni í miðjuni.
Øki er lagt av til parkering og møguligar
bygging til virksemið.
Skipanarætlanin leggur upp til at ásetingarnar
fyri fyri økið skulu broytast frá at vera
C2 opin miðstaðarbygging til at verða
D2 ítróttarøki fyri tað økið
har rennibreyting liggur.
Somuleiðis er tað ein fortreyt fyri ætlanina,
at kommunan ognar sær uml. 4000 m2 frá matr.nr.
1393 ogn hjá Føroya Sparikassa. Hetta
kann fremjast annað hvørt við vanligum keypi
gjørnum frábýti, ella sum makaskifti
við part av matr.nr. 1395 ogn hjá Tórshavnar
kommunu.
Ein slík rennibreyt við einum fótbóltsvølli
í miðjuni hevði verið eitt skilagott
uppískoyti til Gundadal og á Hálsi
sum ítrottarøkið.
Mentamálanevndin 24. juni 2003: Samtykt at heita
á plandeildina um at arbeiða víðari
við málinum og at leggja málið fyri
nevndina aftur.
Tilmæli:
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla
til at nevndin góðkennir skipanarætlanina,
soleiðis at arbeiðast kann víðari við
málinum at leggja fyri nevndina aftur.
Tilmæli:
Deildarleiðarin í mentamálum mælir
til at arbeitt verður víðari við málinum,
og at ein byggiskrá verður gjørd fyri
verkætlanina.
Mentamálanevndin 31. mars 2004: Samtykt at umsitingin
ger ein skrivligan arbeiðssetning at leggja fyri nevndina.
Mentamálanevndin 21. apríl 2004: Samtykt
at arbeiðssetningurin verður soljóðandi:
Arbeiðssetningur
Arbeiðsbólkur verður settur at gera eina
byggiskrá til ger av rennubreyt við tilhoyrandi
økjum og útgerð í Tórshavnar
kommunu.
Byggiskráin skal m.a. innihalda:
Skipanarætlan fyri økið á Hálsi,
sambært j. nr. 9902090-1, sum plandeildin hevur gjørt,
herundir:
- Stødd, plasering o.a.
- Uttanduraøki
- Hølisskrá
- Atkomuviðurskifti
- Útbyggingarmøguleikar
Ognarviðurskifti
Tíðarætlan
Leiðbeinandi kostnaðarmeting, býtt sundir
í:
- Undirlendisarbeiðið
- Breyt við 8 geirum
- Miðøki við einum fótbóltsvølli
- Uttanumøki, atkoma, parkering og møguligar
bygging til ymiskt virksemið, t.d. gistingarhús.
- Møguliga atkoma til verandi stadionøki
Bólkurin eigur eisini at hava fyrilit fyri myndugleikakrøvum
og øðrum viðurskiftum, soleiðis at hesi
verða lýst, nevnast kann m.a.:
- at byggisamtyktini skal broytast frá at vera C2
opin miðstaðarbygging til at verða D2
ítróttarøki.
- at kommunan má ogna sær uml. 4000 m2 frá
matr.nr. 1393 ogn hjá Føroya Sparikassa.
- at vegatgongd til grannaognir skulu fáast upp á
pláss
Afturat omanfyri nevnda, skal bólkurin gera stutta
lýsing av møguleikunum at gera rennubreyt
í Hoydølum og í samband við eitt
møguligt nýtt ítróttarøki
í Hoyvíkshaganum í staðin fyri
á Hálsi. Í hesum sambandi verður
víst til, at stórar útbyggingar fara
fram í Hoyvíkshaganum og Heildarætlanin
hjá kommununi leggur upp til, at Hoyvíkshagin
verður útbygdur, soleiðis at har koma at
búgva uml. 6.000 fólk.
Byggiskráin skal leggjast fyri mentamálanevndina
í seinasta lagi 30. juni 2004.
Eisini samtykt at arbeiðsbólkurin hevur 3 limir:
1 umboð fyri Trivnaðarfyrisitingina, sum verður
formaður
1 umboð fyri Teknisku fyrisitingina og
1 umboð fyri Sersamband fyri frælsan ítrótt
og at játta kr. 200.000 av konto 64 til byggiskránna.
|