|
Politisk semja um at forfylgja ítróttinum?
Í viðmerking til týsdagsútgávuna
av Sosialinum leggur Jóannes Eidesgaard, løgmaður,
undirritaða undir at siga ósatt í málinum
um útlendsku ítróttafólkini.
Hann boðar frá, at ÍSF hevur verið
við í viðgerðini av málinum um
útlendsku ítróttafólkini. Hetta
er bara ikki satt.
Ítróttasamband Føroya havur havt tveir
fundir við landsstýrismannin í innlendismálum,
Jógvan við Keldu. Tó hevur talan ikki
á nakran hátt verið um samráðingar
ella eina roynd at finna loysnir, men bert um einvegis kunning
frá landsstýrismanninum. Sjón fæst
fyri søgn, tí ongar av atfinningunum hjá
Ítróttasambandi Føroya eru tiknar til
eftirtektar.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt ítróttinum
greitt, at hann ikki vil boyggja seg longur enn so, at ítrótturin
skal gjalda í minsta lagi 60 prosent av einari arbeiðaraløn
til útlendsku ítróttafólkini.
Og her er knívskorið, tí tað megna
ítróttarfeløgini ikki.
Seravtala ella politiskt alibi?
Tað tykist løgið, at landsstýrið
roynir at samráða seg til eina verri avtalu enn
hana, ið stóð landsstýrinum í
boðið fyri jól. Fyri fýra mánaðum
síðani var ein seravtala fyri ítróttafólk
fingin upp á pláss, ið einki nevndi um
tey 60 prosentini.
Samfelagsbúskaparligu grundgevingarnar hjá
landsstýrismanninum eru longu afturvístar
av samfelagsfrøðingum. Útlendsku ítróttafólkini
eru so fá, at tey ikki hava stórvegis ávirkan
á føroyska arbeiðsmarknaðin, so har
skal ikki leitast eftir einari orsøk til jánkasliga
útlendingapolitikkin, ið nú skal rekast
í Føroyum.
Orsøkirnar til ynski um at fáa ein verri avtalu
eru ivaleyst at finna í øðrum samanhangi.
Tað er greitt, at landsstýrismaðurin í
innlendismálum als ikki hevur flutt seg í
málinum.
Um landsstýrismaðurin ger eina 60 prosents avtalu
við danir, kann hann við góðum rætti
siga, at hann hevur gjørt eina seravtalu fyri ítróttafólk.
Men samstundis veit hann fullvæl, at tey 60 prosentini
hava tann ynskta virkningin, at eingi útlendsk ítróttafólk
verða at síggja í okkara kappingum í
fótbólti, hondbólti og flogbólti
ella øðrum ítróttagreinum í
framtíðini.
Eggjar til "kreativar" loysnir
Tað frættist, at ítróttafeløg
kring landið royna at bjarga sær undan forfylgingini
sum frægast, í samráð við lokalt
vinnulív og kommunurnar.
Tað tykist margháttligt, at landsstýrismaðurin
við lógarmálum skal verða tann, ið
við ætlaðu avtaluni skal eggja til kreativar
"loysnir".
Hetta átti at fingið klokkurnar at ringt onkunstaðni,
at feløg - longu áðrenn avtalan er gjørd
teirra vegna - royna at finna loysnir, so tey kunnu sleppa
uttan um avtaluna hjá landsstýrismanninum
í lógarmálum.
At landsins myndugleikar við sjuskutum og hálvlidnum
lógararbeiði vilja kroysta ítróttafeløgini
so hart, er ikki til at skilja, tí tað er púra
óneyðugt, tá tey í nógvar
mátar eru nóg illa kroyst frammanundan.
Og enn verri ber til at skilja, at landsstýrið
í hesum máli hevur gjørt nakað
til ein trupulleika, ið als ikki var tað frammanundan
- enntá sum eitt skálkaskjól fyri at
loysa málið.
Ítrótturin einki uppskot sæð
Ítróttasamband Føroya hevur ikki enn
sæð nakað uppskot til seravtalu á økinum.
Vanligur siður er annars, at uppskot til møguligar
avtalur verða send avvarðandi pørtum til
hoyringar.
Málið er óformliga umrøtt við
løgmann í øðrum høpi, men
tað stendur fast, at eingin fundur hevur verið við
løgmann um hetta mál.
Hóast tað hevur gingið sum rótasúpan,
at landsstýrismaðurin í innlendismálum
einsamallur stendur aftan fyri herferðina móti
útlendsku ítróttafólkunum, boðaði
løgmaður sunnudagin í Útvarpi Føroya
frá, at atgerðin hevur eitt samt landsstýri
aftan fyri seg.
Sostatt er líkt til, at útlendingapolitikkurin
hjá landsstýrismanninum við innlendismálum
hevur eina greiða politiska semju aftan fyri seg. Tað
er einki minni enn hugstoytt, tí hetta fortelur bara,
at bæði einstaklingar og flokkar innan landsstýrissamgonguna
hava kúvent í málinum og nú
reka heilt annan politikk, enn væntandi var av teimum.
Heðin Mortensen
ÍSF-forseti
|