|
Sera harmiligt fyri føroyskan
ítrótt
Forsetin í ítróttarsambandinum,
Heðin Mortensen, harmast um, at Føroya Landsstýri
hevur avgjørt, at útlendsk ítróttarfólk
fyrst og fremst skulu verða lønt av feløgunum,
um tey ætla sær hendan vegin.
Útlendingamálið
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kom ógvuliga óvart á Heðin
Mortensen, at hann í tíðindunum í
útvarpinum sunnudagin á miðdegi frætti,
at landsstýrið hevði tikið undir við
ætlanini hjá landsstýrismanninum í
innlendismálum um at útlendingar, ið føroysk
ítróttarfeløg ætla at fáa
sær hendan vegin, skulu verða løntir av
feløgunum sjálvum. Heðin Mortensen sigur,
at hann í tað minsta hevði væntað,
at ÍSF bleiv kunnað um avgerðina hjá
landsstýrinum, áðrenn farið var í
fjølmiðlarnar. ÍSF-forsetin sigur seg
verða sera harman um, at løgmaður, ið
er verji hjá føroyska ítróttinum,
ikki hevur lurtað eftir ítróttarsambandinum.
Fer at avtofta fleiri bygdarfeløg
Heðin Mortensen sigur, at hetta fer allarhelst at avtofta
fleiri bygdarfeløg. Hann sigur, at nógv av
hesum útlendsku ítróttarfólkunum
eisini eru ungdómsvenjarar í feløgunum,
og at tað verður ógvuliga trupult hjá
teimum smærru bygdarfeløgunum at útvega
nýggjar og eins góðar ungdómsvenjarar,
sum fleiri av útlendingunum hava verið. Avgerðin
hjá landsstýrinum fer fyrst og fremst at raka
smærru bygdarfeløgini, sigur Heðin Mortensen
og leggur afturat, at hetta fer beinleiðis at gera smærru
feløgini veikari og stóru feløgini
sterkari, og tískil verður munurin bara størri
og størri millum topp og botn í teimum ymisku
ítróttargreinunum.
Somuleiðis undrast forsetin í ÍSF á,
at nú landsstýrið hevur avgjørt,
at útlendingarnir skulu fáa minst 60 prosent
av sínari løn frá feløgunum,
at ta ikki verða játtaðir pengar frá
landsstýrinum til feløgini, tí annars
ber tað als ikki til. Við hesari avgerð hevur
landsstýrið avgjørt, at ítrótturin
í Føroyum skal verða professionellur,
men teir lata ongar pengar við, sigur, Heðin Mortensen.
Hann sigur eisini, at tað er løgið, at so
nógv orka verður brúkt upp á eitt
mál, sum tilsamans snýr seg um í mesta
lagi 70 fólk, sum bert eru her nakrar fáar
mánaðir hvørt ár.
Sambært ÍSF-forsetanum eru tað hvørt
ár eitt stað millum 60 og 70 útlendsk
ítróttarfólk her á landi, 30
um summarið, og nøkur fáa fleiri um veturin.
Hetta er ein ótrúliga lítil partur
av samlaðu mongdini av ítróttarfólki
her á landi, ið er okkurt um 15.000, sigur Heðin
Mortensen. Vit skulu eisini hava í huga, at hesir
útlendingar hava hækkað støðið
í nógvum føroyskum ítróttargreinum
munandi, sigur hann.
Fáa ikki arbeiði aðrastaðnis
Við tað at ítróttarfólkini
ikki kunnu forvinna meiri enn í mesta lagi 40 prosent
av sínari løn uttan fyri feløgini,
verður tað øgiliga trupult hjá teimum
at finna eitt arbeiðspláss, ið kann ganga
teirra ynskjum á møti, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur eisini, at tað er púrasta burturvið
at siga, at útlendsku ítróttarfólkini
hava tikið arbeiði frá føroyingum.
Somuleiðis sigur hann, at skuldi tað veruliga blivið
arbeiðsloysi her á landi, sum hann sjálvsagt
ikki vónar, so steðgar tilgongdin av útlendskum
ítróttarfólki upp av sær sjálvum,
tí feløgini fáa ikki arbeiði til
tey, heldur Heðin Mortensen.
Um nú ein útlendskur ítróttarmaður
leitar sær hendan vegin, fær familjan hjá
honum, t.v.s. kona og børn, ikki loyvi at koma við
uttan víðari, og tað heldur Heðin Mortensen
verða ótrúliga harmiligt fyri Føroyar
sum tjóð.
Fer at vekja ans í altjóða ítróttarheiminum
Umstrídda avgerðin hjá landsstýrinum
fer uttan iva at vekja ans millum fólk í altjóðari
ítrótt, sigur Heðin Mortensen, og hann
væntar, at ÍSF fer at hoyra nógv fyri
hetta á millumtjóða ráðstevnum
og fundum. Slíkt ryktast skjótt í ítróttarheiminum,
og Heðin Mortensen stúrir fyri, at hetta fer
at ávirka umdømi hjá Føroyum
sum ítróttartjóð.
Í ÍSF hava tey enn ikki gjørt nakra
niðurstøðu um, hvat tey fara at gera víðari
í málinum, men Heðin Mortensen sigur,
at málið verður ikki slept her. ÍSF
fer í næstum at hava stjórnarfund, og
tá verður málið umrøtt, og
væntandi fer leiðslan í ÍSF í
næstum at seta seg í samband við fleiri
av lokalfeløgunum fyri at hoyra, hvussu hetta ávirkar
tey í teirra gerandisdegi.
|