.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

Ítrótturin og Ólavsøkan

Í dag er ítróttur alt árið á tamb, og ikki minst um summarið, tá veðrið gevur møguleikar fyri uttandura ítrótti. Og nú tjóðarhátíðin stundar til, munnu vit vera fá, ið ikki hava ætlanir um at vera við til eitt ella annað ítróttartiltak á Ólavsøku - annaðhvørt sum áskoðari ella sum íðkandi. Ja, vit kunnu ikki ímynda okkum eina Ólavsøku uttan ítrótt.
Men sjálv setanin av Ólavsøkuni er nakað fyri seg, og eru tað tey nógvu ítróttarfólkini, sum seta sín serstaka dám á hátíðina, tá tey í takt til góðan hornblástur frá Havnar Hornorkestri, ganga skrúðgongu oman á Vaglið Ólavsøkuaftan við merkinum á odda.

Ítrótturin í Føroyum er í dag væl skipaður, kanska best skipaða frítíðarvirksemi í landinum. Her eiga tey mongu ítróttarfeløgini og leiðarar tess stóra tøkk uppiborna. Tí øll vita vit, hvussu stóran týdning tað hevur fyri samfelagið, at ungdómurin hevur nógv og góð tilboð at brúka sína frítíð til. At íðka ítrótt er gott og uppbyggjandi, bæði fyri likam og sál, og her lærir ungdómurin at standa á egnum beinum.

Á Ólavsøku er tað Tórshavnar Ítróttarráð, sum saman við øllum ítróttarfeløgunum í Tórshavn ger meginpartin av fyrireikingararbeiðnum til tiltøkini, sum eru á Ólavsøku. Hetta er við til at skapa virðing fyri ítróttinum og tí stóra sjálvbodna arbeiðnum, ið verður gjørt - eisini uttan fyri leikvøllin.

Sum ÍSF-forseti fari eg at bjóða øllum føroyingum, gestum og ítróttarfólki hjartaliga vælkomin á Ólavsøku. Vit gleða okkum til góðar og spennandi kappingar við røttum ítróttaranda, sum altíð eigur at mynda ítróttin í Føroyum.

Góða Ólavsøku!

Heðin Mortensen
ÍSF-forseti





 

 


Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya