|
Heðin
Mortensen, ÍSF-forseti:
Ítrótturin viðkemur
okkum øllum
Nú enn eitt ársskifti
er fyri framman, kunnu vit við gleði og góðum
minnum hyggja aftur á eitt farið ítróttarár
við nógvum og spennandi avbjóðingum,
ið føroyskur ítróttur enn eina
ferð loysti til fulnar.
Havandi í huga, hvussu umfatandi
partur ítrótturin er av føroyska gerandisdegnum,
eru afturlítandi hugleiðingar í okkara
ítróttarheimi nakað, ið meira ella
minni viðkemur okkum øllum somlum.
Um vit ikki sjálv íðka ítrótt
ella eru uppi í ítrótti onkunstaðni,
kenna vit øll onkran, sum ger tað. Og tað
er ikki tað pláss í landinum, ið ikki
eisini hýsir ítrótti so ella so, og
tí er ítrótturin so viðkomandi
sum ongantíð fyrr.
Upp á seg er Ítróttasamband Føroya
kanska tað størsta í øllum heiminum,
tí fáar munnu tær tjóðir
vera, sum hava eitt so virkið fólk, at triðihvør
er íðkandi ítróttarfólk.
Men soleiðis er tað hjá okkum, og tað
kunnu vit bara fegnast um.
Pláss er fyri øllum
Sjón fyri søgn fingu vit fyrr í mánaðinum,
tá nærum 3.000 fólk vóru við
í fylginum, sum fyri fyrstu ferð fór gjøgnum
Vágatunnilin. Gamaní vóru tey flestu
til gongu, men áhugin og uppmøtingin siga
frá einum fólki, ið ikki ræðist
fyri at røra seg ella at taka eitt tak.
At vit bæði kundu finna eitt ára gomul
og 88 ára gomul í rúgvuni, undirstrikar
eisini ta breidd, hesin áhugi hevur. Eingin er ov
ungur og eingin ov gamal, og pláss er fyri øllum,
ið hava hug at vera við. Slíkt er hugaligt!
Samstundis var júst henda gongan, ið helt leiðina
undir Vestmannasund í so stórum tali, ein
góður forsmakkur upp á ta undirtøku,
fólkaheilsuárið 2004 vónandi fer
at fáa. Tað verður Ítróttasamband
Føroya, ið saman við mentanar- og trivnaðarmálaráðnum
fer at skipa fyri.
Enn er eitt ár, áðrenn skjøtil
verður settur á hetta serliga ár, men
fyri tað er ongantíð ov tíðliga
at fyrireika seg - fyri ikki at tosa um at gleða seg.
Tí hetta er nakað, vit við stórum
spenningi og dyggum vónum síggja fram ímóti.
Skal umboða øll líka
nógv
Nú legði eg kanska til brots við framtíðini,
heldur enn at hyggja eitt sindur aftur í fortíðina.
Men tað skal eg so gera nú í staðin,
tí 2002 royndist eisini sum eitt gott ár hjá
føroyskum ítrótti - bæði
burturi og heima.
Settur at umboða allan ítrótt í
Føroyum, og ikki bara tær "stóru"
ítróttargreinarnar, fari eg ikki at samanbera
avrik á ymsum økjum ella at spæla greinar
upp móti hvørjari aðrari. Men tað
vil altíð vera so, at sumt skarar meira framúr
enn annað.
Tó hava vit ídnar fjølmiðlar her
á landi, ið sum heild gera nakað fyri at
lýsa tað, ið hendir gjøgnum árið
á ítróttarøkinum, so ei heldur
nýtist mær at fara niður í smálutir,
tá metast skal um avrikini í farna árinum.
Kann tó ikki lata vera við at nevna tríggjar
varðar av ymiskum slagi, sum á ymiskan hátt
blivu lagaðir hetta ítróttarárið.
Hetta eru ið hvussu er tríggjar hendingar, ið
renna fyrst fram fyri meg, tá eg skal gera mær
eina mynd av tí, ið hent er í 2002.
Bragdið í Hannover
Fyrst og fremst verður tað fótbóltslandsdysturin
móti týsku varaheimsmeistarunum í Hannover.
Umframt at okkara menn til fulnar vístu hugburð
og avrik, ið gevur teimum fullan rætt at dystast
sjálvt móti teimum bestu í altjóða
høpi, prógvaðu teir eisini tað virði,
føroyskur ítróttur hevur fyri landið
annars.
Her hugsi eg um ta ovurhonds stóru umrøðu,
ið Føroyar fingu kring allan knøttin.
Fyrst varð nógv sagt og skrivað undan dystinum,
men ikki minst aftaná, tá tepri týski
sigurin hvarv í skugganum av djarva og framúr
neyva avrikinum hjá fótbóltslandsliðnum.
Øll heimsins eygu vendu sær enn eina ferð
móti okkum á ein slíkan hátt,
at ítrótturin veruliga gjørdist nakað,
ið var okkum øllum viðkomandi. Og so tori
eg als ikki at hugsa tankan, hvat hevði hent, sluppu
Føroyar frá týska fótbóltsstórveldinum
við einum javnleiki, ið var á gáttini
Heidi strálaði í
Monaco
Eisini mundi tað nerta við hjartarøturnar
hjá mongum okkara, tá svimjigentan av Eiði,
Heidi Andreasen, var ein millum mangar stórar stjørnur
í ríka fúrstadøminum Monaco
tíðliga í summar.
At røkka henda heiður, at verða roknað
millum fremstu ítróttarfólk í
heiminum, var helst oman fyri allar dreymar hennara, men
sámuliga og smílandi bar hon seg fram sum
eitt verðinsfólk millum verðinsfólk
og stjørnur, hóast hon ikki vann.
Laureus World Sports Awards var ein av altjóða
stórhendingunum í hesum árinum, sum
føroyskur ítróttur átti sín
lut í, tá Heidi Andreasen var millum tey fimm
innstillaðu at fáa heiðurin "Besta ítróttarfólk
við breki".
Áralag í serflokki
Kappróður er okkar tjóðarítróttur
fram um aðrar, og tað hevur sínar góðu
og sjálvsøgdu orsøkir. Men tað
er ikki bara í okkara egna kappróðri,
at vit skara framúr og megna at gera okkum galdandi.
Tá kappast var um meistaraheitini í donskum
kappróðri, vóru tríggjar føroyskar
kvinnur við millum tær fremstu, og ikki kann sigast
annað, enn at Katrin Olsen, Sigrid Svartá og
Katrin Rubek Nielsen vóru góð umboð
fyri tær dygdir, føroyskur ítróttur
kann framala í okkara unga fólki.
Tær eru lesandi niðri, og har hevur tað hepnast
teimum at sloppið upp í part millum fremstu rógvarar
í Danmark. Og so vóru tær enntá
misnøgdar eftir eitt silvurmerki og eitt fjórðapláss
í kappingunum hesa ferð!
Kundi verið so nógv
Sjálvandi kundi nógv annað verið tikið
fram í einari bæði fram- og afturlítandi
grein, sum hesari, men eftir at hava nortið við
nøkur av okkara ymsu og ólíku, men
framúr góðu avrikum uttan fyri landoddarnar,
skulu tey heldur ikki gloymast, sum heima í Føroyum
leggja nógv fyri í bæði venjing
og kapping.
Havi onkuntíð fyrr verið inni á tí
risastóra samfelagsliga týdningi, ið alt
tað stóra og sjálvbodna arbeiðið
innan føroyskan ítrótt hevur. Og eg
nevni tað gleðiliga enn eina ferð, tí
hesin innsatsur, ið fevnur um bæði børn
og ung, foreldur og onnur, kann snøgt sagt ikki virðismetast
í krónum og oyrum.
Allan sólarringin er ítróttur á
skránni, og sanniliga megna okkara egnu kappingar
at skapa spenning og intensitet, ið einki stendur aftan
fyri tað, vit kunnu uppliva nakra aðrastaðni.
Kanska er tað heldur øvugt, at okkara lítla
samfelag knýtir okkum øll tættari saman,
so ítrótturin tí eisini í allar
mátar verður enn meira viðkomandi, enn hann
annars hevði verið tað.
At samfelagið kanska ikki altíð dugir at
virðismeta hetta, kunnu vit ikki lata okkum forða
av, tí tað er ikki júst fyri virðing
og løn, at alt arbeiðið verður gjørt,
men tí okkum dámar tað væl og vit
hava stóran stuttleika av tí.
Dopingeftirlitið komið
Eins og í øllum londum rundan um okkum, verða
nú eisini dopingroyndir gjørdar í Føroyum.
Tær fyrstu vóru í september mánaði,
tá tíggju ítróttarfólk
vórðu kannað, seks eftir kapping og fýra
undir venjing.
Talan var um tveir svimjarar, tríggjar súkklarar,
tríggjar fótbóltsleikarar og tveir
hondbóltsleikarar, og vóru allar hesar royndir
negativar. Tó var ein roynd positiv við astmaevninum
terbutalin, sum er lógligt í Føroyum,
men tó krevur heilivágsloyvi, um kappast verður
uttanlands ella í altjóða kappingum.
Hesar tíggju dopingroyndirnar vóru tær
fyrstu, men verða ikki tær síðstu,
tí í framtíðini verða javnan
tiknar dopingroyndir av føroyskum ítróttarfólkum.
Hetta arbeiði verður gjørt í samstarvi
við dopingeftirlitisfólk frá Anti Doping
Danmark, sum Ítróttasamband Føroya
á hesum øki hevur gott samstarv við.
Føroyar í altjóða
høpi
Í september mánaði vóru vit vertir
fyri tveimum norðurlendskum fundum, sum báðir
eydnaðust stak væl. Annar var fundurin í
norðurlendsku felagsnevndini, og hin í norðurlendsku
olympisku nevndini. Gestirnir vóru væl nøgdir
við, hvussu Ítróttasamband fyriskipaði
hesar fundir, og vóru umboð úr øllum
norðurlondum við.
Arbeiðið at vinna Føroyum olympiska viðurkenning
heldur fram, men enn tykist vera eitt petti á mál.
Tó var tað hugaligt enn eina ferð at fáa
staðfest á fundinum í september, at bæði
vit og grønlendingar hava fullan stuðul frá
grannum okkara í royndini at fáa hesa viðurkenning.
Ein táttur, ið arbeitt hevur verið við
leingi, hevur verið at fingið ein ítróttarráðgeva,
og her eru vit nú komin á mál, og Sølvi
R. Hansen er settur í starvi. Starvið verður
fíggjað við parti av veddingarpeninginum,
sum Mentamálaráðið umsitur. At vit
nú eisini hava fingið ráðgeva, styrkir
avgerandi arbeiði okkara, ið fevnir um 15.000 limir
í umleið 120 feløgum kring alt landið.
Við hesum orðum vil eg fegin takka øllum,
ið hava tikið eina hond í og onkursvegna
hava verið føroyskum ítrótti at
frama í farna árinum. Og fyri 2003, tá
vit millum annað síggja fram til oyggjaleikir
á Guernsey, ynskja vit øll somul, at tað
má gerast eitt minst líka gott ár sum
hetta!
Fari at ynskja øllum føroyingum
burturi og heima eitt Gott Nýggjár og takk
fyri tað gamla.
Við heilsan
Heðin Mortensen
ÍSF forseti
|