.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 
Býráðsgreinar 1 til 69 av 69


Evni: Býráðsgreinar l 21-10-2004
Nú verður eldraøkið loyst
Fremsta málið at loysa í komandi valskeiði í Tórshavnar kommunu verður eldraøki. Her er neyðugt at kommunan finnur loysnir sjálv, og tað verður eisini gjørt.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 14-10-2004
Graslíksisvøllir í allari kommununi
Henda ætlanin við fleiri graslíkisvøllum er byrjað í útjaðaranum í kommununi, og so arbeiða vit okkum inneftir, so tað um nøkur ár eru bestu møguleikar hjá børnum kring alla kommununa at spæla fótbólt, ella hvat tey vilja á góðum graslíki.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 07-10-2004
Nú standa tey eldru fyri tørni
Nú fara vit so í holt við at loysa trupulleikarnar á eldraøkinum við somu ferð og somu orku, so tann tørvurin kann verða fult nøktaður, áðrenn næstu fýra árini eru liðin.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 28-09-2004
Ikki bara grenja, Jógvan
Í staðin fyri at vísa á tað positiva, sum er hent innan barnaansingarøkið, heldur Jógvan Arge fram við síni negativu skriving, líkt eini grátikonu.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 24-09-2004
Eingin orsøk til rumbul
Síðstu dagarnar hevur dúgliga verið skrivað um broytta aldursbýtið á børnum á dagstovnunum hjá Tórshavnar kommunu. Bæði býráðspolitikarar og starvsfólk hava sagt sína hugsan, og alt gott um tað.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 15-09-2004
Reisigildi í Kollafirði
Sum formaður í mentunarmálanevnd Tórshavnar býráð gleðir tað meg almikið, at Ítróttarhøllin í Kollafirði er komin so langt, at hon nú er innilokað.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 12-09-2004
Jógvan Arge í fastasta svøvni
Síggi í bløðunum, at Jógvan Arge – honum so líkt – kemur við negativarum viðmerkingum til býráðsarbeiðið. Hesaferð skrivar hann um strongda barnaansing, sjálvt um hann sjálvur situr í mentunarnevndini og viðger barnaansingartørvin, og tí skuldi verið væl kunnaður í hesum máli.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 12-09-2004
Borgarstjórar skulu veljast beinleiðis
Stendur tað til varaborgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, skulu føroyingar velja borgarstjórarnar á beinleiðis vali. Tað er í ov stóran mun tilvildin, ið ger av, hvør fær borgarstjórasessin í teimum ymisku kommununum, og ikki fólksins vilji, heldur hann

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 12-09-2004
Øll børn yvir ½ ár fingið tilboð um barnaansing í Tórshavnar kommunu
Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna staðið fyri bygging av nógvum dagstovnum. Málið hevur verið at nøkta stóra tørvin á barnaansingarplássum. Tað er tískil við gleði, at kommunan nú kann staðfesta, at tørvurin á ansingarplássum er nøktaður. Øll foreldur, ið hava børn sum eru 6 mánaðir gomul, hava fingið tilboð um ansing á dagstovni ella í dagrøkt.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 27-07-2004
Havnaútbyggingin í Nólsoy alment tikin í brúk í dag 26. juli 2004
Nólsoyar kommuna bjóðaði til almenna móttøku í samband við, at havnaútbyggingin er tikin í brúk.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 23-07-2004
Alzheimerfelagnum
Felagið hevur møguleika at leiga eini hús mitt í Havnini og søkir í hesum sam-bandi um fígging til eina 2 ára royndarverkætlan til at stovna og reka eina ”Miðstøð fyri minnisveik”.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 23-07-2004
leigusáttmálanum millum Tórshavnar Skipasmiðju og Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn.
Í sambandi við at skipasmiðjan hevur avhandað skipasmiðjuvirksemi sítt, er skriv komið frá Advokatfelagnum, dagfest 4. juni 2004, um at avhendingin verður skipað á tann hátt, at p.f. Tórshavnar Skipasmiðja setur á stovn dóttirfelag

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 25-06-2004
Fría og Fríða
Í dag fekk Tórshavnar Býráð, handað standmynd frá Føroya Sparikassa, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 11-06-2004
Bátabrúgvar sjósetast á Sundi
Eitt privat partafelag hevur søkt byggi- og býarskipanarnevndina um loyvi at leiga part av havnalagnum á Sundi. Felagið hevur ítøkiligar ætlanir um at sjóseta bátabrúgvar, byggja fleiri neyst og annars gera økið til bátaeigarar burturav. Býráðið sær sera jaligt upp á ætlanina

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 11-06-2004
Heildarætlan fyri Tinghúsvegin frá Bøkjarabrekku til Áarvegin
Vísandi til at Tórshavnar kommuna hevur móttikið umsókn um byggiloyvi til ein skrivstovubygning á økinum har gomlu húsini hjá Anton Degn, matr. nr. 425, í dag standa, j. nr. 200302323-1, og harvið ger vart við tørvin fyri at taka støðu til hvat Tórshavnar kommuna ætlar við miðbýnum og serstakliga í hesum førinum Tinghúsvegnum, sum áður hevur verið fyri stórum broytingum av líknandi byggjaríi, mælir býarskipanardeildin til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri Tinghúsvegin frá Bøkjarabrekku oman til og við húsunum hjá Jacob Lützen á Áarvegnum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 11-06-2004
Heildarætlan fyri Dr. Jakobsens gøtu/ Sverrisgøtu
Økið, ætlanin fevnur um, skal síggjast sum ein týðandi partur av miðbýarætlanini, har ein nýggj handilsgøta/gongugøta kann koma at virka sum bindingslið millum verandi og komandi miðbýarfunktiónir.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 02-06-2004
Rennibreyt á Hálsi
Býarskipanardeildin hevur latið ráðgevaravirkið Verkfrøngarstovan gera eina leiðbeinandi kostnaðarmeting uppá hvat undirlendisarbeiðið kemur at kosta um so er at breytin verður staðsett eftir hesum leisti.

Uppskotið skipar økið við einari rennibreyt við 8 geirum og einum fótbóltsvølli inni í miðjuni. Øki er lagt av til parkering og møguligar bygging til virksemið.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 19-02-2004
Nýggjur smábarnaskúli
Tórshavnar Kommunuskúli - nýggjur smábarnaskúli. Lýsing av málinum – samandráttur: Uppskot til projekt og kostnaðarætlan verða løgd fram á fundinum til støðutakan.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 19-02-2004
Øki til nýggjan golfvøll
Samráðingar hava verið við Tórshavnar golfklubba. TGK eru áhugað í, eftir áheitan frá kommununi, at flyta golfvøllin til eitt annað egnað øki.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 19-02-2004
Nólsoy og Havnin leggja saman
Mál um samanlegging av Nólsoyar kommunu og Tórshavnar kommunu.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 19-02-2004
Dagrøktarskipanin í Tórshavnar Kommunu
Broyting innan dagrøktarskipanina í Tórshavnar kommunu Lýsing av málinum – samandráttur: Síðst í nítiárinum fekk dagrøktin í Tórshavnar kommunu nýggjan bygnað. Dagrøktin varð býtt upp í trý øki og ein økispedagogur varð settur at skipa fyri og ráðgeva í hvørjum øki. Harafturat varð ein spælistova sett á stovn í hvørjum øki, við einum starvsfólki í hvørjari.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 19-02-2004
Dansifrøi og Fimleikafelagið Ljósið nýggj hølir
Umsókn frá Dansifrøi og Fimleikafelagnum Ljósið um fíggjarligan stuðul til bygging av felagshúsi til feløgini bæði.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 14-11-2003
Nú fáa Kollfirðingar høllina
Hallarbygging: Arbeiðið við at byggja ítróttarhøll í Kollafirði fer í gongd nú, og sjálv høllin verður monterað í apríl næsta ár. Hon skal verða klár at taka í nýtslu 1. januar 2005

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 06-11-2003
Alt verður betri undir Brúnni
Alt verður betri undir Brúnni Viðmerking til »opna viðmerking til eina meining« í Dimmalætting 1. november 2003.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 04-11-2003
Eg meini tað Leivur
Skilji væl, at Leivur Hansen hevur stórar trupuleikar í politikki. Tað má vera møtumikið at standa uttan fyri alla ávirkan, tá ið talan er um at taka avgerðir.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 29-10-2003
Hava ikki álit á Kollfirðingum
Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin hava ikki álit á Sjálvsognarstovnininum Hallarstuðlum í Kollafirði

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 24-10-2003
Elin Lindenskov fylgir ikki sera væl við
Elin setur spurningar fram í býráðnum, um framhaldsdeild í Tórshavnar Kommunu. Ikki kann sigast at hon fylgir sera væl við. Niðanfyri er svarið til spurningarnar frá samgonguni í býráðnum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 24-10-2003
100% barnaansingarpláss í august 2004
Samgongan í býráðnum kann nú bjóða 100% ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu. Móti betri vitan, setir Elin Lindenskov spurningar fram í býráðnum, sum onki hevur við veruleikan at gera. Samgongan svarar niðanfyri uppá spurningarnar.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 01-10-2003
NÚ ER SOÐIÐ TUNT Í DEGI OG VIKU
Heðin Mortensen, býráðslimur
Í løtuni staddur í arbeiðsørindum í New York

Mánamorgunin klokkan 8.45, New Yorktíð (klokkan 13.45 í Føroyum), ringir John Johannesen frá Sjónvarp Føroya at spyrja um spæliplássið hjá barnagarðinum undir Brúnni.
Hann vildi hava at vita, hví gravimaskinur stóðu og gravaðu inni á barnagarðsøkinum. Um eg ikki hevði sagt fyri góðum ári síðan, at onki skuldi gravast har.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 17-09-2003
Nýggjur fólkaskúli í Hoyvíkshaganum
Nýggjur fólkaskúli í Hoyvíkshaganum Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at byggja nýggjan 2-sporaðan fólkaskúla við frítíðarskúla til 1.-9. flokk í Hoyvíkshaganum. Frítíðarskúlin skal hýsa 1. og 2. flokki

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 13-08-2003
Oljutangarnir á Viðanesi flytast
Oljugoymslurnar á Viðanesi hjá P/F Shell og P/F Statoil Føroyar eiga at flytast sum skjótast. Byggi-og býarplansnevndin mælir til at ætlan fyri økið inni á Sundi skal skipast soleiðis, at oljutangarnir koma at standa har.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 13-08-2003
Nýggj býarheildarætlan fyri Tórshavnar Kommunu fyri næstu 25 árini
Byggi -og býarplansnevndin og deildin hava lagt eina nýggja býarheildarætlan fyri Tórshavnar Kommunu fyri Býráðið til viðmerkingar og støðutakan. Henda ætlan skal viðgerðast á fyrst komandi býráðsfundi. Heildarætlanin røkkur 25 ár fram.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 30-04-2003
NÝGGJUR DAGSTOVNUR Í HOYVÍKSHAGANUM VIÐ KLINGRUNA
Í sambandi við at býráðið hevur samtykt at gera íløgur fyri 39 mil. kr. í 2003, verður skotið upp at byggja dagstovn í Klingruni ovarlaga í Hoyvíkshaganum. Stovnurin er ætlaður at rúma 96 børnum, 24 vøggustovubørnum og 72 barnagarðsbørnum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 30-04-2003
SMÁTÍÐINDI


Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 26-02-2003
ÚTBYGGING AV KOLLAFJARÐAR SKÙLA
Kollafjarðar skúli Samtykt at velja Jákup Suna Joensen, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Gunnleyg Durhuus og Ova Mortensen. Knýtt at nevndini eru Kristian Martin Dam úr KÍF og Karin Hammer fyri Kollafjarðar skúla.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 28-01-2003
Greiði fáast á mannagongd í samband við byggiætlanir
Tilmæli til politiska/fyrisitingarliga mannagongd í sambandi við byggiætlanir í støði í stýris- og fundarskipanini.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 28-01-2003
Berjabrekka 3 fyri býráðið
Nú skal broyting í byggisamtyktini fyri Berjabrekku 3 fyri býráðið. Fleiri móttmælisskriv eru komin inn.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 16-01-2003
Útbjóðing av útstykkingini í Hoyvíkshaganum
Nú er komið so langt, at útstykkingarætlanin í Hoyvíkshaganum Suður kann byrja um stutta tíð.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 08-01-2003
Vespurnar í Tórshavn
Tað hevur gingið eftir ætlan, við vesputýningini í Tórshavnar Kommunu í ár 2002. Hetta upplýsir tekniska umsitingin hjá býráðnum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 31-12-2002
Nú hevur Tórshavnar Kommuna ein roykipolitikk
Ásanandi at royking er heilsuskaðilig, skal roykipolitikkurin tryggja roykfrítt umhvørvi á øllum kommunalum arbeiðsplássum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 30-12-2002
Í býráðspolitikki í tríati ár
Á nýggjárinum eru liðin 30 ár síðani Heðin Mortensen tók sæti í Tórshavnar Býráði. Hann telist sostatt millum teirra, ið longst hava verið uppi í kommunupolitikki í Føroyum. Fyrstu sekstan árini umboðaði Heðin Borgaralistan í býráðnum, seinastu fjúrtan árini Sambandsflokkin

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 04-12-2002
Skitsuprojekt av ringvegi út á Argir-Glyvursnes
Umsitingin hevur, saman við p/f Landsbyggifelagnum, latið gera skitsuuppskot til vegaføring av Glyvursvegi - frá Velbastaðvegnum og suður til útstykkingina á Hamri.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 04-12-2002
Broyting av ásetingunum fyri bilskúr og bilskýli í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar Kommunu
Eftir ynski frá Byggi-og býarplansnevndini í Tórshavnar Kommunu, verður uppskot um broyting av ásetingunum fyri bilskúr og bilskýli lagt fyri byggi- og býarplansnevndina

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 03-12-2002
Bingju-og móttøkupláss við Brennistøðina á Hjalla
Tekniski stjórin mælir til, at 2 mió kr. verða avsettar í ár til at innrætta ætlaða plássið til fyribils bingju- og móttøkupláss sunnan fyri brennistøðina, og at farið verður undir arbeiðið beinanvegin

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 13-11-2000
Sosialpolitikkur
Okkara sosialpolitikkur eigur rættiliga sjálvsagt at verða grundaður á tørvin hjá tí einstaka. Og tá tørvurin er ymiskur, so er tað fyri mær líkaso sjálvsagt, at okkara sosialpolitikkur skal lagast eftir føroyskum viðurskiftum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 13-11-2000
Fyrisitingin
Ein effektiv og tíðarhóskandi umsiting er fortreytin fyri eini vælvirkandi kommunu. Hjá einum tænastustovni eru hølisviðurskiftini av stórum týdningi, seinastu tíðina er munandi bøtt um hesi viðurskifti,

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 10-11-2000
Størri kommuna – størri avbjóðingar
Kommunuvalið hesa ferð hevur størri týdning enn nakrantíð fyrr fyri alt høvuðsstaðarøkið, heilt frá Argjum um Havnina og norður til Kollafjarðar. Tá komandi býráð tekur við, er Tórshavnar kommuna vaksin munandi – bæði í fólkatali og vavi – og harvið eisini tær avbjóðingar, býráðið skal taka á seg komandi fýra árini.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 07-11-2000
Bústaðartørvurin verður nøktaður
Seinnu árini hevur verið stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum til sethús, og í dag eru umsóknirnar umleið 180 í tali. Samstundis sum høvuðsstaðurin veksur allar vegir, eru eisini neyðug stig tikin til at minka um henda bíðilista.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 05-11-2000
Traðamaðurin má ikki fara í søguna!
Uttan fyri býráðshúsini í miðbýnum í Havn stendur vakra standmyndin av traðamanninum, ið m.a. hevur verið at sæð kring allan heim í sjónvarpi gjøgnum sendingarnar frá kappingini ”Atlantic Giant”.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 03-11-2000
Smábátaeigarar betri umstøður!
At eiga ein bát, men ikki at hava umstøður at hava hann liggjandi nakrastaðni, er ikki gott. Tá kann tað ofta enda við, at báturin verður seldur og inniløgumaðurin missir sínar dreymar um m.a. at fáa forsyrgt sær og sínum við onkrum av tí, fjørðurin kann geva.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 28-10-2000
Gott fundarfólk! Góðu veljarar!
Nú nærkast avgerandi løtan, tá tit – og bara tit – avgera, hvør skal leiða okkara deiliga høvuðsstað gjøgnum komandi fýra árini. Hetta er eitt týdningarmikið val, tí Havnin er vaksin við Føroya longstu bygd, Kollafirði, og er størri enn nakrantíð áður.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 27-10-2000
Vit eru til reiðar!
Tá komandi býráð tekur við, er Tórshavnar kommuna vaksin munandi – bæði í fólkatali og vavi – og harvið eisini tær avbjóðingar, býráðið skal taka á seg komandi fýra árini. Og lat okkum sláa fast beinanvegin: Sambandsflokkurin er til reiðar at taka við ábyrgd og leiðslu í Tórshavnar býráð, nú kommunan enn eina ferð er vaksin munandi!

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 26-10-2000
Góði borgari
Tú skalt tann 21. november avgera, hvør skal stjórna Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini, og eg eri ein teirra, sum bjóði meg fram sum títt umboð.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 25-10-2000
Skattamál
Skattatrýstið skal ikki upp. Skatturin skal niður. Tað skal løna seg at arbeiða, og tað skal loysa seg at spara. Tað skal loysa seg at reka vinnu og skapa virði í samfelagnum. Skatturin skal verða borin rættvíst. Rættvísi hava vit altíð ráð til; og nú hava vit eisini ráð til ein skattalætta fyri øll.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 22-10-2000
Heimloysi er ein veruleiki!
Sum eg fyrr havi víst á, eru landsins almennu sosialu myndugleikar als ikki uppgávuna vaksnir, tá tað snýr seg um hesi, ið onkursvegna eru endað á lívsins skuggasíðu, so tey ikki so mikið sum eiga ella kunnu fáa taka yvir høvdið.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 20-10-2000
Fleiri íbúðir til lesandi ungdómin!
Í mong áratíggju hevur Havnin verið staðið, har føroyski ungdómurin leitar sær, tá farið verður undir lestur her heima. Náttúrligi leikluturin hjá høvuðstaðnum sum lestrarmiðdepil gerst ikki minni við tíðini, og hóast undirvísingarstovnar verða fluttir út um Havnina, minkar íbúðartørvurin hjá ungdómi ikki her.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 18-10-2000
Óhefta kanning av fjarhitanum!
Síðstu tíðina er týðiliga komin til sjóndar ónøgdin hjá teimum mongu, sum eru knýtt at fjarhitaskipanini, tí prísurin er ov høgur og prísgrundarlagið ov veikt. Tað ljóðar eisini heilt løgið, at tað skal bera til at senda fólki eina risastóra rokning, tí prísurin á einari heilt aðrari og fullkomuliga óviðkomandi vøru er farin upp.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 16-10-2000
Gamlir steggjar og ungar bøgur?
Í farnu viku fingu meira tilkomnu býráðslimirnir gjøgnum útvarpið skotið í skógvarnar frá einum av yngru javnaðarvalevnunum til býráðsvalið, at hetta vóru ”gamlir steggjar oman fyri 50 ára aldur”.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 12-10-2000
Tørvurin á barnaskúlum skal nøktast!
Í kjalarvørrinum á barnaansingartrupulleikanum kemur altíð skúlatrupulleikin, ið má verða loystur, áðrenn børnini koma í skúlaaldur. Hesum hevur Tórshavnar býráð tikið hædd fyri, og framvegis skal verða arbeitt fyri at hava skúlaøkið fullkomuliga dagført í høvuðsstaðnum.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 10-10-2000
Hvør útstykking sín ansingarstovn!
Undan hesum býráðsvalinum hevur helst einki evni fingið so stóra umrøðu sum barnaansingin, ið sjálvandi eisini er eitt av teimum størstu evnunum. At so summi hava hug at taka patent upp á hetta evni, er stórt spell, tí neyvan hevur nakar í býráðnum svikið, samstundis sum øll valevni tykjast vilja nakað á hesum øki.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 08-10-2000
Vit gloyma ikki okkara eldru!
Eitt og hvørt samfelag byggir á tey virði, fedrarnir hava lagt eftir seg, og soleiðis er tað sjálvandi eisini við okkara samfelag. Hyggja vit rundan um okkum, síggja vit stór virði, bæði menniskjalig og peningalig, ið okkara eldru hava latið okkum upp í hendi at umsita og njóta.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 07-10-2000
Heðin og Haugaard og vespurnar
Herfyri fingu fjølmiðlarnir almikið skemt burturúr mínum lyfti um, at um borgararnir ynsktu tað, so skuldu vespurnar útruddast. Hetta var nú ikki at fara so langt sum ein ávísur rómverskur senatorur, sum endaði hvørja røðu við orðunum um, at Kartago skuldi leggjast í oyði.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 06-10-2000
Bíðirøðirnar skulu burtur!
Í langa tíð hevur barnaansingartrupulleikin verið stórur í Tórshavnar kommunu, og 365 børn standa í dag á bíðilista til ansingarpláss. At støðan er vorðin henda, stavar ikki minst frá tí veruleika, at Havnin er tað staðið, har øll vilja búgva.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 06-10-2000
Íbúðarmál
Allir íbúgvar eiga at hava møguleika at byggja síni egnu hús. Tí má tann kommunala útstykkingin ganga nógv skjótari. Eystanfyri Løgmannabreyt og inn í Hoyvíkshagan koma eini 200 til 300 nýggj byggiøki at verða til taks.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 05-10-2000
Eingin sosial ábyrgd
At koma í sosiala neyð man vera eitt tað ringasta, einum menniskja kann vera fyri. Kortini er sosial neyð ein veruleiki í dag, sum ikki slepst undan. Síðstu tíðina hava vit hoyrt um heimleys, ið ongastaðni hava at fara

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 05-10-2000
Vinnulívsmál
Ongin meining er í, flokkspolitiskt at staðfesta og kunngera, at vit eru fyri einum frælsum vinnulívi, um vinnulívið ikki fær røttu karmarnar at arbeiða innanfyri. Til tess at vit skulu hava eina fría vinnu í samfelagnum, so mugu vit virka fyri, at vinnulívið fær tær umstøður, neyðugar eru at virka undir.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 04-10-2000
Heilsumál
Landssjúkrahúsið liggur í Havn. Men Landssjúkrahúsið er fyri øll. Tí skulu vit saman streingja á landsmyndugleikarnar at ein harðliga tiltrongd umvæling og útbygging verður framd, so sjúkrahúsið lýkur tíðarinnar krøv.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 03-10-2000
Ungdóms- og ítróttarpolitikkur
Tey ungu, sum eru við í ítrótti, ganga í kvøldskúla ella eru við í tónleiki hjá musikkskúlanum, hava rímiligar umstøður. Tey, sum ikki eru við í teimum vanligu tiltøkunum, hava ikki nóg góðar umstøður, og tær mugu mennast.

Les meira...

Evni: Býráðsgreinar l 02-10-2000
Fríðkan av býnum
Tað er ikki bara ein heiður at vera høvuðsstaður. Tað hvílir eisini ein tung skylda á høvuðsstaðarheitinum. Sitandi samgonga hevur gjørt nógv burturúr at fríðka um býin. Sambandsflokkurin hevur havt formannin í byggi- og býarskipanarnevndini seinastu árini.

Les meira...

 





 

 


Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya