|
Sjálvsævisøga

Heðin Mortensen er føddur
7. apríl 1946 í Trongisvági. Hann er
sonur Ethel Mortensen, fødd Jespersen, og Martin
Eliesar (Eli) Mortensen, bæði úr Trongisvági.
Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen, dóttir
Eriku, fødd Justinussen úr Leirvík,
og Alfred S. Egholm úr Tórshavn.
Tey eiga børnini Elin, Ann, Guðrun og Eirikur.
Heðin er útbúgvin
maskin- og bilmekanikari, og hann hevur eisini útbúgving
sum bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann
arbeiddi sum maskin- og bilmekanikari í 17 ár,
men síðan 1978 hevur hann arbeitt sum tryggingarmaður
hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Heðin Mortensen hevur nógv
ár á baki sum býráðslimur
í Tórshavn og tískil drúgvar
royndir í lokalpolitikki. Størsta álitisstarv
í hesum sambandi er borgarstjórasessurin frá
1. januar 2005.
Hann varð valdur á fyrsta
sinni í býráðið fyri Uttanflokkalistan
í desember 1972, og hevur síðani verið
býráðslimur í Tórshavn uttan
slit síðan 1973, og árini 1988-2004 fyri
Sambandsflokkin. Eftir at vera útihýstur úr
Sambandsflokkinum eftir kommunuvalið í november
2004 hevur Heðin Mortensen verið limur í
Føroya Javnaðarflokki og umboðar hereftir
flokkin í Tórshavnar býráð,
har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
hava skipað meirilutasamgongu.
Øll hesi árini hevur Heðin
Mortensen sitið í nógvum ymiskum nevndum
hjá býráðnum, har hann hevur verið
annar býráðsnæstformaður 1980-1984
og 1997-2004, fyrsti varaborgarstjóri í Tórshavn
2001-2004, formaður í mentamálanevndini
1982-1984, 1988-1997 og 2000-2004, formaður í
sosialunevnd 1998 og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini
1999-2004. Harumframt umboðsráðslimur í
SEV 1973-2004, og stýrislimur í SEV 1993-1997.
Heðin Mortensen sat sum løgtingsmaður
fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi
1998-2004, men hevur eisini verið varamaður á
tingi í styttri tíðarskeið 1989, 1990,
1991, 1993 og 2004. Sum løgtingsmaður hevur Heðin
Mortensen havt sess sum næstformaður í
uttanlandsnevndini og limur í mentanarnevndini.
Heðin Mortensen hevur havt nógv
við ungdómsarbeiði og mentunarlív
í Tórshavnar Kommunu at gjørt. Var
eitt nú formaður fyri Havnar Sjónleikarfelag
1997-2003. Men best kendur er hann tó helst frá
arbeiði sínum innan ítrótt, har
hann hevur verið formaður í Havnar Róðrarfelag
1973-1979, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð
1975-1978 og forseti í Ítróttasambandi
Føroya síðani 1980-2008.
Heiðurstekin:
Danskan DIF heiðurskross 2005
KRAKS BLÅ BOG 2005
Riddari av Dannebrog 1. grad 2003
Føroyskan ÍSF heiðurskross 1999
Íslendskan ISI heiðurskross 1996
Riddari av Dannebrog 1991
Svenskan RF heiðurskross 1989
Íslendskan ISF heiðursnál 1989
|