Heðin Mortensen: 58.
ST-aðalfundurin í New York
Áhugaverdur fundur um UNICEF
Skipað var fyri fundi á skrivstovuni hjá
UNICEF, har varastjórin, svenska Karin Holmgrunn,
bjóðaði vælkomin.
Fyrst sóðu vit ein videofilm úr Nanibia,
sum UNICEF hevur gjørt í samband vid HIV/AIDS
fyribyrging har. Í Nanibia búgva 1,8 mió
fólk, har 50% liva undir lágmarkinum, 26%
eru HIV-positiv, og meðal-livialdurin er 43 ár.
UNICEF letur nógv tilfar til skúlar eins og
ungdómsendingar eru, har ung kunnu ringja inn. Nógv
arbeiðið hevur verið gjørt við at
upplýsa ung í aldrinum 15-20, men seinastu
árini eru børn 8-12 ár eisini tikin
við í fyribyrjandi tiltøkini. Børnini
eru sjálvi við í arbeiðnum, tey gera
sangir og sjónleikir, sum tey framføra fyri
næmingunum.
UNICEF hevur tætt samstarv við heilsumálaráðið
í Nanibia, og ger tað arbeiðið lættari.
Síðani fingu vit greiða og áhugaverda
frágreiðing um UNICEF, sum var stovnað í
1946 sum ein fyribils felagskapur fyri at hjálpa
børnum í Europa aftan á annan heimsbardaga,
serliga við vaksinum móti tuberklum og øðrum
sjúkum. Í 1953 gjørdist UNICEF permanentur
hjálparfelagsskapur í ST, og var endamálið
at hjálpa børnum og kvinnum í teim
afturútkomnu londunum. Í dag hevur UNICEF
hjálparmiðstøðir í 158 londum,
og er fíggjarætlanin upp á kr. 1,4 mia.$,
1/3 av upphæddini kemur frá privatum gevarum.
Vit kenna eisini í Føroyum tey vøkru
kortini, sum UNICEF letur gera at selja til endamálið.
7000 fólk starvast í UNICEF, 10% her í
New York, 85% í afturútkomnu londunum, 5%
í øðrum londum. Upplýst var, at
100 fólk arbeiða í Keypmannahavn, og 31
danir sita í internationalum størvum.
At upplýsingararbeiðið hjá UNICEF
ber frukt, er eitt nú lækkandi talið á
barnadeyða eitt gott dømi um. Fyri at venda aftur
til Nanibia, kann nevnast, at fyri hvørji 1000 børn
doyðu har í 1960 206 børn, áðrenn
tey høvdu fylt 5 ár, hetta talið var í
2001 komið niður á 67.
Eitt av høvuðsmálunum hjá UNICEF
sambært Millenium Samtyktini er at basa AIDS, í
dag eru 12 mió børn 12-15 ár smittað,
og um allan heim er samlaða talið, børn og
vaksin, uppi á 42 mió fólk. Eitt annað
høvuðsmál er at útbúgva
genturnar í afturútkomnu londunum. Kanningar
vísa nevniliga, at í Afrika ganga 27 mió
gentur ikki í skúla, og í Suður
Asiu er talið 26 mió. Mett verður, at við
at útbúgva genturnar, so gerast tær
betri fyri sum vaksnar at vanda sær í lívinum
og at verja um síni børn, og soleiðis
koma dreingirnir eisini við í málsetninginum
hjá UNICEF.
Langt er eftir á mál, men áhaldandi
arbeiðið fyri at tryggja øllum børnum
í heiminum virðlilig lívikor heldur miðvíst
fram í UNICEF.
Heðin Mortensen
løgtingslimur
|