.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

Myndir úr USA





Heðin Mortensen:
58. ST-aðalfundurin í New York


Fundurin vid uttanríkisráðharran:
Luttakarar f.v: Heðin Mortensen, Annelise Rasmussen, Doris Jacobsen, Lene Garsdal, Camilla Blomquist, Else Theil Sørensen, Svend Aage Nielsen, Svend Heiselberg, Per Stig Møller, Søren Krarup.

Á middegi mikudagin var fundur vid danska uttanríkisráðharran Per Stig Møller á donsku sendistovuni, har ambassadørurin Ellen Margrethe Løj eisini var hjástødd.
Uttanríkisráðharrin greiddi frá innihaldinum í røðuni, sum hann skuldi halda seinni sama kvøldið. Í røðuni nevndi hann 3 stórmál, har ST átti at staðið sterkari, nevniliga í bardaganum móti fátækdømi í heiminum, í arbeiðnum at virka fyri at fáa eins lógir og rættartrygd í heiminum, og ikki minst í arbeiðnum at styrkja um trygdina í heiminum.

Hann kom inn á støðuna í Iraq, sum sanniliga hevur verið ein torfør uppgáva hjá Trygdarráðnum í ST. Her komu fram nakrir veikleikar hjá ST, men kríggið hevði eisini tað við sær, at nýtt orðaskifti tók seg upp um ST-Trygdarráðið. Her skal nakað meira gerast fyri at strykja um trúvirði hjá ST.

ST byrjaði við 51 limalondum, og í dag eru 191 limalond, men limatalið í Trygdarráðnum er óbroytt, og verður tí mælt til at hækka hetta tal. Hesum gongur Danmark inn fyri, og sum hann eisini segði, so hevur Danmark lagt umsókn inn um at gerast limur í Trygdarráðnum 2005-2006. - Í hesum sambandi verður í hesum døgum eitt ávist lobbyarbeiði gjørt fyri at fáa nokk av atkvøðum, so nú fáa vit at síggja, um tað fer at eydnast Danmark at gerast limur í Trygdarráðnum.

Danmark vil í sínum arbeiði innan ST og í arbeiðnum í Trygdarráðnum stuðla aðalskrivaranum Kofi Annan í hansara royndum at endurnýggja ST fyri at fáa ein sterkan felagsskap, sum kann reagera og handla, og samstundis duga enn betri at finna javnvágina millum tey ríku londini og tey afturútkomnu londini.

Per Stig Møller segði, at ST er neyðugt og ein felags ábyrgd. Hvørvur ST, so hvørvur tað størsta internationala átakið fyri globalum framburði, tað verið seg innan heilsuviðurskifti, útbúgving, mat til øll og ikki minst fyri friðinum í heiminum. Tí hava vit øll áhuga í einum styrktum ST. ST eru "vit" og ikki bara "hini".


Heðin Mortensen
løgtingslimur

 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya