.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

Myndir úr USA

 



Heðin Mortensen:
58. ST-aðalfundurin í New York

Heðin Mortensen: 58. ST-aðalfundurin í New York 2003

Ferðin úr Keypmannahavn til New York mánadagin 22. september gekk væl. Danski konsulin í New York og 2 fólk frá donsku ST-sendistovuni tóku væl ímóti okkum í Newark floghavnini og koyrdu okkum til hotellið. Hotellið liggur á East 34th Street, og búgva vit á 35. hædd við stórslignum útsýni yvir býin. Komin á hotellið, var skjótt gjørt av, tí vit skuldu oman til ST-skrivstouna fyri at fáa serlig atgongumerki beinanvegin. Hetta tí, at so fingu vit høvi til at vera hjástødd í týsmorgunin, tá sjálvt orðaskiftið á ST-aðalfundinum byrjaði.

Fyrsti røðari var Kofi Annan og næsti røðari var George W. Bush, forseti. Sera áhugavert var at lýða á og eygleiða so mætar menn, og sum væntað varð nógv tosað um støðuna í Iraq, men ikki kann sigast, at Bush bað orsakað um støðuna har. Hann bað hinvegin um altjóðan stuðul og pening til at fáa demokrati í Iraq at rigga og frælsið til fólkið har.

Hann segði m.a., at fyri at fáa frið í heimin, máttu arabisku tjóðirnar halda uppat at fíggja terroristiskum felagskapum. USA gongur á odda fyri at hjálpa neyðstøddum kring heimin, eitt nú teimum, sum svølta, og ørgrynna av peningi verður latin fyri at basa aids, eins og UNICEF fær nógvan pening til at hjálpa børnum kring allan heim, sum hava polio og tuberklar.

Trygdin er sum vera man sera strong til ein slíkan ST-aðalfund, bæði innan og uttanfyri bygningin, og má eftirlitið sigast at vera strangari enn í nakrari floghavn. Har vóru eisini ógvuliga nógv fólk til staðar, høllin, sum rúmar eini 3000 fólk, var fullsett av luttakarum úr øllum heiminum. Politi í hópatali er somuleiðis at síggja um allan býin,

Á donsku ST-sendistovuni verður nógv tilfar handað okkum, sum eru har, og ber til at fylga væl við í øllum sum fyriferst á aðalfundinum.

Veðrið hevur verið skiftandi hesar báðar dagarnar, tá vit lendu var sera gott, lýtt eini 22 stig, men fyrrapartin týsdagin regnaði av grimd. Tað sleyt í út á dagin, og tá var farið í býin at spáka, og m.a. vitjaðu vit staðið á World Trade Center, har Twin Towers stóðu. Ein trist sjón.

Mikudagin verður fundur við danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, sum á aðalfundinum seinni um dagin skal leggja fram sjónarmiðið hjá donsku stjornini.


Heðin Mortensen
løgtingslimur

 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya