Heðin Mortensen: Ein
upplivingarrík ferð at enda komin

Heðin og Hjørdis frammanfyri Hvítu
Húsini
Í Washington er heilt øðrvísi
enn í New York, meira friðarligt og meira trø
og vøkstur. Vit hava sæð The Capitol, Hvítu
Húsini og annars vitja søgulig støð
og annað. Ein spennandi og minnilig ferð er um at
vera komin at enda.
Mánamorgunin 13. oktober var túrurin í
New York at enda komin, og farið varð við bussi
til Washington D.C. klokkan 10 fyrrapartin. Hetta var sjálvan
Columbus-dagin, sum er frídagur í USA, og
sera nógv ferðsla var á vegunum, so vit
vóru ikki frammi fyrr enn klokkan 17.
Veðrið var av tí allarbesta við sól
av bláum himli, so tað var sera vakurt at hyggja
út, meðan vit koyrdu. Afturímóti
New York, so er her sera nógvur vøkstur og
nógv trø, og leyvið á trøunum
er nú við at skifta til teir eyðkendu heystlitirnar,
sum røkka frá gulum til myrkareytt. Ótrúliga
vakurt.
Her er í Washington er heilt øðrvísi
enn í New York. Her er meira friðarligt og ikki
so nógv ferðsla í gøtunum, sum
eru sera breiðar. Vit búgva á einum hugnaligum
gistingarhúsi í Georgetown. Tað tekur
ein góðan tíma til gongu hiðani til
miðbýin.
Fyrsta kvøldið spákaðu vit okkum ein
túr her í Georgetown, og eftir Key-brúnni,
sum er uppkallað eftir Francis Scott Key, ið yrkti
sangin »The Star Spangled Banner« í 1812,
sum í 1931 gjørdist tjóðsangurin
hjá amerikanarum.

f.v. Heðin, Hjørdis og sendiharrahjúnini
Birgithe og Ulrik Federspiel
Gestir hjá danska sendiharranum
Fyrrapartin týsdagin var fundur á donsku sendistovuni,
har sendiharrin Ulrik Federspiel tók ímóti
og greiddi frá arbeiðnum har.
Seinnapartin vórðu vit víst runt í
The Capitol, har kongressin heldur til. Ótrúliga
flottur bygningur við nógvum standmyndum, málningum
og útskeringum. Ikki minst var stóri kupulin
eitt satt meistaraverk, prýddur av listamonnum úr
Italiu.
Vit vóru eisini í høllini, har umboðsmannatingið
heldur til. Tað telur 435 limir, harav 65 eru kvinnur.
Í senatinum eru 100 limir, og 10 av teimum eru kvinnur.
Vit fingu eina rúgvu at vita um arbeiðsgongdina
har í bygninginum, og eisini gjølliga frágreiðing
um tey ymsu tíðarskeiðini, bygningurin er
bygdur.
Um kvøldið vóru vit til døgurða
hjá sendiharranum, sum hevur íbúð
beint við sendistovuna. Í hesum sambandi kann
eg líka nevna, at beint yvir av sendistovuni býr
Hillary Clinton.

Heðin frammanfyri Washington-monumentið
Søguríkur býur
Nógv søguligt er at síggja í
Washington, men ikki ber til at vitja øll tey søguligu
støðini eftir einum degi, so vit máttu
velja nøkur burtur úr rúgvuni.
Sjálvandi vóru vit og sóu Hvítu
Húsini, men ikki eydnaðist til at sleppa inn.
Fingu at vita frá sendistovuni, at húsini
hava verið stongd fyri vitjandi í eina tíð,
og at tað tekur umleið ein mánað af fáa
atgongumerki til eina rundvísing.
Lincoln Memorial var stórsligið at síggja,
eins og Washington-monumentið, og tey liggja í
einari snórbeinari linju við The Capitol. Eisini
vóru vit á søvnum, eitt nú Holocaust
Memorial Museum, sum rúmar alla jagstranina av jødum
undir krígnum.
Haðani gingu vit til jarnbreytastøðina Union
Station, sum er bygd í 1908. Ein sera stórsligin
bygningur, sum í fimtiárunum var heilt forfallin.
Í nítiárunum er hann renoveraður
og húsar í dag matstovum og handlum av øllum
slagi, eins og skrivstovum, so har kemur nógv fólk.
Framman fyri bygningin er stór standmynd av Columbus,
sum er avmyndaður við einum indiarara høgru
megin og einum europeara vinstru megin.
Ferðin endar
Í morgin endar ferðin her í USA við
at vitja verður í Pentagon og Heimsbankanum,
og vit rokna við, at tað verður ein forvitnisligur
túrur. Klokkan 17.30 verður flogið úr
Washington aftur til Danmarkar, og eru vit har fríggjamorgunin
klokkan 7.30, tí nú skulu vit flyta klokkuna
seks tímar fram, og tað fara vit nokk at merkja.
So var ikki meira at frætta úr USA á
hesum sinni. Ein lærurík og minnilig ferð
er at enda komin, og gott verður at koma heimaftur til
Føroyar.
Heðin Mortensen
løgtingslimur
|