Heðin Mortensen: Føroyingar
eru allastaðni
"Kári, Kári... hvar fert tú?"
- ja verðin er lítil - hesi orðini rópti
eg eftir Kára á Rógvi í móttøkuhøllini
í ST-bygninginum í New York fríggjadagin.
Kári á Rógvi og Heðin Mortensen
í móttøkuhøllini í
ST-bygninginum í New York
f.v. Bogi, Sjúrður, Kári, Hjørdis
og Heðin
Meðan eg eri við í liðnum hjá
danska ríkinum á ST-aðalfundinum, so er
Kári á Rógvi boðin til New York
við einum serfrøðingaliði. Norðuratlantsbólkurin
á Fólkatingi hevur biðið eina røð
av serfrøðingum kanna ymisk altjóða
viðurskifti, sum hava týdning fyri Føroyar
og Grønland. Teir skulu síðani skriva
hvør sína grein í eina bók,
sum tingbólkurin gevur út fyrst í komandi
ári.
Sjúrður Skaale skipar fyri ferðini, men
serfrøðingarnir úr Danmark, Íslandi,
Grønlandi og Føroyum hava fríar teymar
at skriva og at spyrja seg fyri. Tað eydnaðist teimum
at fáa einar 10 ymsar fundir í lag við
fleiri ymsar ráðstovur í ST, eisini við
høvuðsskrivstovuna hjá Kofi Annan.
Føroysku serfrøðingarnir, Sjúrður
Skaale, Bogi Eliasen og Kári á Rógvi
nýttu nú eisini høvi at práta
við meg um mína luttøku í donsku
sendinevndini. Tað er sera týðandi at kunna
seg við altjóða stovnar, reglur og mannagongdir,
og bæði frøðingarnir og eg sum tingmaðurin
høvdu nógv at práta um.
Teir høvdu havt ætlanir um at seta seg í
samband við meg í New York. Men sigast má,
at fundurin kom í lag á óvæntaðan
hátt. Har nýttist ikki at ringja ella senda
teldupost - vit møttust bara í forhøllini
í ST-byggninginum.
Prátið hjá Kára og mær fall,
sum vera man, eisini skjótt á veðrar og
slakt. Kári eg jú formaður í Óðalsfelagnum.
Eg fortaldi fyri Kára, at Hannis Joensen, sum flettir
fyri meg á hvørjum ári, hetta sama
kvøld skuldi fletta veðrin, sum vit brøðurnir
hava gangandi í Havnadali, so spennandi var at frætta
um vektina.
Kári og eg sum tingmaður eru báðir
við í grundlógarnevndini, sum hevur arbeitt
nógv við at lýsa møguleikarnar
hjá Føroyum at nýskipa viðurskiftini
við Danmark og gera seg galdandi í altjóða
høpi. Fleiri ST-limalond hava atknýtt smálond
við serligum skipanum, eitt nú New Zealand og
Cook oyggjarnar, sum hava frælsan felagskap, ella
Holland og báðir oyggjarbólkarnir Antillurnar
og Aruba.
New York er staðið at kanna slík viðurskifti,
men at hittast soleiðis var løgið. Teir høvdu
skemtandi hildið fyri, at teir fóru so í
øllum førum ikki at møta Heðin
Mortensen í einum so stórum býi, men
máttu nú siga sum konan á sinni: "føroyingar
eru allastaðni!"
PS. Veðrurin vigaði 73 pund, og sperilin, ein góður
suðuroyarsperil, var 1,80 m. langur.
Heðin Mortensen
løgtingslimur
|