|
Heðin Mortensen: Ferðafrásøgn
úr New York
Umframt at røkja fundarvirksemi, hevur
høvi eisini verið at sæð og upplivað
ymist í New York - líka frá blómandi
mentanarlívi yvir øðrvísi kirkjugongd
til ymsar útferðir

f.v. Hjørdis, Heðin og danski ambassadørurin
Ellen Margrethe Løj
Hesar fyrstu tvær vikurnar í New York hava
gingið skjótt, men væl er komið burturúr.
Sera áhugaverdir og vælfyrireikaðir fundir
hava verið hvønn dag.
Týdningurin av trygdaráðnum í ST
hevur verið á skránni nakrar ferðir.
Noreg er limur har, og var norskur souschefur ein fyrrapart
og greiddi frá, hvat Noreg hevur fingið burturúr.
Hetta hevur sjálvandi stóran áhuga,
nú Danmark hevur lagt umsókn inn um at gerast
limur í trygdarráðnum.
Síðani hava vit eisini fingið nógv
at vita um fíggjarætlanir og fíggjarstøðuna
hjá ST, mannarættindi og framtíðarmálsetningar.
Greitt er eisini frá konfliktum, sum eitt nú
konsulátini arbeiða við hvønn dag
kring allan heim.
Men sjálvt um ein er í politiskum ørindum
her yviri, hevur tíð eisini verið til at
vitja kend støð og uppliva býnum. Danska
Konsulátið skipaði fyri einum túri
til Chelsea og tveimum túrum til Harlem.
Blómandi mentan
Tað er soleiðis, at mentanin blómar í
New York. Her eru 2.176 mentanarhús, og her búgva
umleið 80.000 amerikansk og útlendsk listarfólk.
35 milliónir ferðafólk vitja býin
um árið, og her er nokk at fara til, tí
tað eru í meðal ikki færri 525 ymisk
listarlig tiltøk um dagin.
Býarpartin Chelsea liggur út til Hudson-ánna.
Har var fyrr sera stórt havnarvirksemi við vøruflutningi
til og úr New York. Hetta virksemi er nú flutt
aðrastaðni, so nógvir tómir bygningar
eru í umráðnum. Í dag húsa
nakrir av hesum bygningum eini 160 gallaríum. Hetta
eru gallaríir, sum seinnu árini eru flutt
út úr kenda listarliga býarpartinum
Soho, tí húsaleigan har gjørdist so
dýr.
Í Chelsea hava tey í staðin keypt hesar
stóru, gomlu goymslubygningarnar og innrættað
teir til gallaríir. Bygningarnir eru so stórir,
at tað vóru 20 ymisk gallarí í
tí eina bygninginum, vit vóru í. Vit
vitjaðu átta av teimum 160 gallaríunum.
Øll sera ymisk og prísstøðið
hareftir. Tilsamans eru eini 500 gallarí í
New York.

Rættur jazzur
Sum nevnt varð eisini skipað fyri tveimum túrum
í Harlem, sum er býarparturin norðanfyri
á Manhattan, har mest litt fólk búgva.
Har er sera fátæksligt, men kortini kenst framburður
í Harlem nú.
Har vóru vit eitt kvøldið, Harlem by Night,
og vitjaðu trý ymisk støð. Tað
fyrsta var ein nýggj matstova, har vit eisini fingu
okkum ein bita. Síðani varð farið á
eitt stað við nýggjum jazz-tónleiki,
og endað var á einum gomlum jazz-klubba, Showman's,
frá 1942.
Har var góður stemningur, og sera hugnaligt at
síggja og hoyra rættan jazz-tónleik.
Nógv fólk var har tað kvøldið,
eitt nú fleiri eldri fólk, sum høvdu
spælt og sungið har sum yngri.

Øðrvísi kirkjugongd
Sunnudagin varð farið í kirkju í Harlem,
Caanan Baptist Church. Tað var eitt upplivilsi, sum
vardi í tríggjar tímar, men teir gingu
skjótt. Kirkjan var stúgvandi full og eitt
gospelkór, sum taldi 60 fólk, syrgdi fyri
at sangurin rungaði eftirí.
Nógvar kunngerðir vóru um mangt og hvat,
og fyriuttan prestin høvdu fleiri onnur lovorð
og sang at bera fram. Eisini varð sungið fyri teimum,
sum høvdu føðingardag í oktober,
og vórðu hesi biðin um at reisa seg upp.
Talvan gekk tvær ferðir, og at enda fór
alt kirkjufólkið til altars, men ikki soleiðis,
sum vit kenna tað úr Føroyum. Her komu
kirkjutænarar runt við føtum við altarbreyði
og smáum gløsum við altarvíni.
Bíðað var til øll høvdu fingið,
so var koyrt í munnin.
Jú, ein sera øðrvísi og lívlig
kirkjugongd, má sigast. Aftaná var farið
á matstovu at eta soulmat, sum eru rættir eftir
originalum uppskriftum úr Suðurstatunum.
Gott tol krevst
Annars hava vit bæði Hjørdis og sonurin
Eirikur, sum hevur verið við okkum í 12 dagar,
verið nógvastaðni sjálv. Eitt nú
uppi í Empire State Building, sum nú aftur
er størsti bygningur í New York.
Tað tók bert eitt gott ár at byggja bygningin,
sum stóð liðugur í 1930. Heilt fantastiskt
var tað at standa 86 hæddir uppi og hyggja út
yvir býin. Men her krevst gott tol, tí tað
tók okkum tríggjar tímar at sleppa
upp í tornið. Har er eitt øgiligt fólk,
sum vitjar hvønn dag.
Ein annan dagin fóru vit við ferju, fyrst til
Liberty Island og síðani Ellis Island. Á
Liberty gingu vit í ein góðan tíma.
Síðan 11. september 2001 hevur ikki borið
til at fara inn í standmyndina, so har varð gingið
uttanum. Útsýnið higani yvir á
meginlandid er sera flott.

Eirikur Heðinsson Mortensen
Søgulig fótafet
Á Ellis Island vóru vit í stívliga
tveir tímar, og har er eisini nógv at síggja.
Eitt nú er tann størsti bygningurin har gjørdur
um til søguligt savn. Tað kendist heilt løgið
at standa á staðnum, har innflytarar úr
Europa og aðrastaðni frá komu við skipi,
og settu fótin á land í USA.
Øll hesi vóru full av vónum um eitt
betri lív, men soleiðis gjørdist ikki
hjá øllum. Tey skuldu gjøgnum strangt
heilsueftirlit, og vóru tey, sum høvdu sjúklig
brek, send heimaftur.
Frá 1892 til 1924 komu samanlagt 12 milliónir
fólk til USA umvegis Ellis Island, onkran dag komu
heili 5.000 fólk í land har.
Tað var sera áhugavert at ganga runt og hyggja
at gomlum myndum og lutum, og greið frágreiðing
var til alt.
Føroyingur uppkallaður
Vit høvdu eisini gjørt av at koyra til býarpartin
Bronx, sum sigst at vera uppkallaður eftir føroyingi,
ið fór yvir til USA fyri nógvum árum
síðani. Hetta hevði áhuga fyri okkum,
sum búgva við Jónas Broncksgøtu
í Havn.
Í hondbók um New York stendur at lesa, at
føroyingurin Jónas Bronck kom yvir higar í
1639 saman við hollendingum. Í 1641 keypti hann
fitt av jørð frá indianarum í býti
við eitt nú nakrar vatnketlar. Tað skuldu
tó ganga 200 ár, áðrenn fyrstu
rættiligu bygdirnar komu har á staðnum.
Vit sóu onga standmynd av manninum, men eitt universitet
er uppkallað eftir honum. Í dag er Bronx best
kent fyri sítt heimskenda Yankee-Stadium, sum hevur
pláss fyri 57.500 baseball-áskoðarum.
Henda dagin, vit vitjaðu har, var eingin dystur, men
vit hava sæð dystir í sjónvarpinum,
meðan vit hava verið her - og tá kókar
alt.
Í Bronx finst eisini størsti djóragarðurin
í USA.

Pípur í hópatali
Eitt kvøldið vóru vit og ótu á
eini góðari, gamlari matstovu, Keen's Steakhouse,
sum læt upp í 1885. Matstovan er kend fyri
at hava 90.000 pípur hangandi uppi undir loftinum.
Hetta eru pípur, sum newyorkarar upp ígjøgnum
árini hava átt og roykt úr har á
matstovuni, eftir at hava etið ein betri bita. Millum
aðrar var pípan hjá Franklin D. Roosewelt
at síggja har.
Døgurði hjá ambassadørinum
Danski ambassadørurin Ellen Margrethe Løj
bjóðaði øllum luttakarunum við
maka heim til sín til døgurða eitt kvøldið.
Har vóru eisini onnur úr ambassaduni, so vit
vóru 25 íalt. Tað var eitt sera hugnaligt
kvøld, og var maturin framúr góður.
Ellen Margrethe Løj, sum er sera fryntlig, hevur
áður verið ambassadørur í Ísrael.
Hon býr í stórari íbúð,
sum danski staturin eigur, í vøkrum umhvørvi
á 5th Av. vid Central Park sum granna.
Soleiðis kundi verið hildið fram við at
sagt frá, tí nógv annað hevur verið
á skránni. Vit hava eisini verið stak
heppin við veðrinum, tí sól og turt
hevur verið so gott sum hvønn dag, og hitin hevur
ligið um 15 stig.
Vit skulu vera í New York í eina viku aftrat,
og mánadagin 13. oktober gongur leiðin so við
bussi til Washington DC. Har verður eisini nógv
forvitnisligt at vitja, eitt nú Kongressin, Pentagon
og Heimsbankin, so enn eiga vit nakrar spennandi upplivingar
á.
Heðin Mortensen
løgtingslimur
|